Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2023 16:05

Avloysari fyri deildarleiðara á kemisku deild

Søkt verður eftir avloysara fyri deildarleiðara á kemisku kanningarstovuni. Deildin ger kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Kanningarstovan er væl útgjørd og hevur nýggja og nútímans útgerð til allar kanningar.

Starvslýsing

Deildarleiðarin á kemisku deild hevur høvuðsábyrgdina av:

  • Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini
  • At menna og stovnseta kanningarhættir innan kemiska fakøkið
  • At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið á deildini altíð er í samsvari við akkrediteringina
  • At fakliga menningin sum heild nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum innan kemiska økið
  • At menna starvsfólk fakliga
  • At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017
  • Samskifti við útlendskar undirveitarar av kanningum.

Starvið inniheldur eisini aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini. Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.

Krøv til útbúgving og kunnleika

Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á MSc. ella BSc. stigi, helst við denti á kemi, ella aðra tilsvarandi útbúgving.

Góður kunnleiki krevst til framkomnar KT skipanir.

Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.

Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum.Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.

Leiðslu- og starvsroyndir er ein fyrimunur.

Koyrikort til persónbil er ein fyrimunur.

Tíð og setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv til setan skjótast gjørligt.

Skeiðið er til og við 15. mars 2024 – við møguleika at leingja í enn eitt ár.

Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.

Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsóknin

Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 6. februar 2023, kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, ella Vár Róin, yvirlaborant, á telefon 55 64 00.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna-  og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.


Stutt um kemisku deild

Á kemisku deildini starvast íalt 6 fólk. Kanningarstovan er ein vælvirkandi deild, har starvsfólkið dagliga strembar eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).