Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2024 10:30

Avkastið av ogn landskassans 222 mió. kr. í 2023

Landsbanki Føroya

Avkastið av fíggjarognum landskassans var gott í 2023, 222 mió. kr. ella 6,7%.

Aftaná eitt trupult og óvanligt ár á fíggjarmarknaðinum í 2022, gjørdist 2023 eitt gott ár hjá íleggjarum, serliga síðstu tveir mánaðirnar av árinum vóru góðir. Høvuðsorsøkin var, at FED, tann amerikanski miðbankin, gav tekin um, at nú fóru renturnar ikki at hækka meira og møguliga, at tær fóru at lækka aftur í 2024.

Talva 1 vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.

Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­ av­kastið av landskassans fíggjarognum verið 1,6 prosent ella 54 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

Les ársfrásøgnina frá landsbankanum her.