Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2025 10:37

Avbjóðingar við vatnveitingini

Sunda kommuna boðar frá í morgun at, væntandi hevur rør til vatnveitingina við Norðskála, á Oyrarbakka, Oyri og Nesvík tikið skaða av áarlopinum sum varð í gjár.

Hetta førdi við sær, at brunnurin varð tømdur. Veitingareindin hevur fingið tillagað inntakið, so tað nú rennur í brunnin aftur.

Nú tað ljósnar verður farið undir at kanna og umvæla skaðan á vatnleiðingina.

Orsaka av hesum sama er skúlagongdin í Skúlanum við Streymin í morgun avlýst.

Dagstovnurin á Flatinum varð fyribils stongdur í morgun, men er nú latin upp.