SEV
Avbjóðingar við oljuveitingum hava víst seg á Sundsverkinum, við tað at góðskan til tíðir hevur verið óvanlig. Hóast oljan lýkur standard innkeypskrøv, hava fleiri ferðir verið óvanlig evni í oljuni. Hetta hevur givið Sundsverkinum bæði rakstar- og umhvørvisligar avbjóðingar við einstøkum fráverum og øktum kostnaði.
Hetta hevur kravt stórar umleggingar í arbeiðsgongdum, m.a. fyri at sleppa undan, at starvsfólkini lýða last av oljudampi, samstundis sum at arbeiðsbyrðan er økt munandi, tí neyðugt hevur verið at reinsa filtur og separatorar oftari.
”Síðan 2021 tá vit fóru undir at keypa olju við lágum svávulinnihaldi fyri at lúka broyttu umhvørviskrøvini, hava vit upplivað at fáa oljulastir við svikaligari góðsku”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna. ”Hetta hevur tíverri havt við sær einstakar sjúkrafráverur og økt arbeiðstrýst á manningina sum heild. Vit hava sett nógv í verk fyri at forða fyri, at tað gongur útyvir starvsfólk. Sum tað allarfyrsta blivu reinsikørini flutt út í fríska luft. Síðani er eitt vaskirúm gjørt afturat við góðari ventilatión til grovvasking av filtrum. Her standa kørini nú inni. Hetta er gjørt fyri at fáa olju av og luktin úr filtrunum, aðrenn tey koma inn í filturvaskirúmið. Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk gerast illa fyri, tá tey koma til arbeiðis hjá Sev” sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna.
Herd krøv eru sett okkara oljuveitarum, og royndir verða tiknar av oljuni, so hvørt hon kemur til landið, fyri at kanna góðskuna, áðrenn hon verður latin í motorarnar. Tað hevur tó víst seg at vera torført at tryggja góðskuna, tí nýggj óvanlig evni verða latin í oljuna, sum ikki standa á listanum yvir evni, sum verða kannað.
