Landsverk ávararum at sera nógv avfall er íløtuni.
Mett verður, at í kvøld er sera stórur vandi fyri áarlopi og/ella omanlop.
Heitt verður tískil á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi.
Vatni flýtur yvir um vegin frá Kaldbaksbotni og inn tilo Kaldbaksbygd. Heitt verður frá allari óneyðugari koyring á hesum vegastrekki í løtuni.
Sera nógv vatn rennur eftir vegnum í ovarabor frá rundkoyringin í Kollafirði og Framm í dal í Kollafirði.
Sera nógv vatn er á vegnum Inni í firði í Kollafriði.
Nógv vatn rennur tvørturum vegin við Magn støðina við Streymin.
Sera nógv vatn er á vegnum. Í støðum klára veitir og tvørrennir ikki at fylgja við. Hetta viðførir at vatnstøða veksur á vegnum.
Heitt verður á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður á landsvegnum.