Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2025 14:02

Ávaring: Nógv olja á vegnum frá Runavík til Leirvíkar

Savnsmynd

Tað er sera nógv olja á vegnum frá Runavík heilt inn til Leirvíkar, út á Hagaleiti. Tað snýr seg um koyribreytina høgrumegin, tá ið koyrt verður frá Runavík og inn til Leirvíkar.

Bilførarar verða bidnir um at koyra sera varliga nú toka er, og sløkkiliðini hjá Skálafjarðar sløkkiliðið, Sløkkiliðnum úr Eysturkommunu og Fuglafjarðar Sløkkiliði eru úti og spula og vaska vegin.