Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2025 23:05

Atli takkaði fyri seg í Sarpugerði

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, handaði Atla blómutyssi (Mynd: Eysturoyarportalurin)

43 ára gamli Atli Gregersen, sum hevur leikt í føroyksu bestu deildini síðani 2004, leikti í dag sín seinasta heimadyst á hægsta stigið.

Í illfýsna veðrinum í Norðragøtu, tapti Víkingur 0-2 móti HB, sum sostatt fór avstað við 2. plássinum.

Atli hevur sostatt leikt 478 dystir í Betri deildini, 67 dystir í steypakappingini, 37 europeiskir dystir og 59 landsdystir.

Enn manglar tó ein dystur, dysturin og finalan um løgmanssteypið, sum verður leikt komandi fríggjakvøld á Tórsvølli móti KÍ.

Tað er einki at ivast í, at Atli hevur sett sín stóra dám á føroyskan fótbólt hesi árini. Við sínum óteljandi útsøgnum og samrøðum, sum bæði hava verið áhugaverdar, glepsandi, serstakar og nærum altíð rættuliga stuttligar.

Umframt at hava upplivað at fingið tann framíhjárætt, at sloppið at leikt saman við soninum á besta liðnum, og sett heimset, fyri flestar dystir saman. So hevur hann vunnið 3 FM-heitir og 7 steypagull (Løgmanssteypið).

Sostatt setur ein føroysk fótbóltslegenda endaligt punktum og gaggurnar á hillina fríggjakvøldið 31. oktober.

Myndir: Víkingur