Skúlastjórin, varaborgarstjórin og sangarin í Glyvra kórinum, glyvramaðurin Atli F. Johansen, sum er búsetandi á Nesi, kom buldrandi inn á løgting í gjár við heili 558 persónligum atkvøðum. Og gjørdist nr. 4 á Sambandslistanum.
Hetta er fyrstu ferð at skúlastjórin við Gøtugjógv stillar upp landspolitiskt, sum má metast at verða eitt kanón úrslit.

