Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2026 12:26

Atgongumerkjasølan er byrjað

Grikkaland og Føroyar spældu ein sera tættan dyst á Kreta 7. mars 2026 - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

14. og 18. apríl spælir føroyska landsliðið við kvinnum HM undankappingardystir ímóti Grikkalandi og Georgiaog nú ber til at keypa atgongumerkir á fsf.fo

Um eina viku skal kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Grikkaland kemur á vitjan á Tórsvølli og leygardagin 18. apríl er mótstøðuliðið Georgia. Báðir dystirnir eru kl. 17:00. 

Grikkaland er væl hægri enn Føroyar á FIFA styrkilistanum, men føroysku kvinnurnar góðu teimum skarpan gang í útidystinum í mars mánaði. Georgia er lægri styrkismett enn Føroyar, og tí kunnu vit vænta tveir spennandi dystir á Tórsvølli.

Kom og stuðla okkara kvinnum. Atgongumerki kosta bert 100,- kr fyri vaksin og børn (0-17 ár) sleppa ókeypis til dyst. Keyp atgongumerki til dystirnar her: https://www.fsf.fo/nethandil/