Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.06.2025 11:29

Atgongumerki til Malmö

Spectators, Poland vs Faroe Islands, Men's EHF EURO 2024 Germany, Berlin, Germany, 15.01.2024, Mandatory Credit © Axel Heimken / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Í morgin, mikudagin 25. juni kl. 10.00, koma føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til sølu. Hetta eru atgongumerki til meginumfarið í Malmö, har nummar 1 og 2 úr bólkinum hjá Føroyum í Oslo skulu víðari til. Hóast tað ikki er greitt hvørji lond koma víðari, Slovenia, Føroyar, Montenegro ella Sveis, so hava londini longu fingið tillutað atgongumerkini at selja.

Leinki verður lagt út í morgin kl. 10.00 á heimasíðuna hjá HSF og facebook.

Atgongumerkini kunnu bert keypast sum dagsatgongumerki til hvønn dystardag sær. Tríggir dystir eru hvønn dag, dagarnar 23., 25, 27, og 28. januar. Atgongumerkini kosta 1030 DKK fyri hvønn dag.