Hondbóltssamband Føroya
Mikudagin 11. juni kl.10.00 byrjar sølan av føroysku atgongumerkjunum til HM-endaspælið hjá kvinnum. Leinkja verður løgd út.
Føroysku kvinnurnar spæla innleiðandi umfarið í týska býnum Trier, dystirnir liggja soleiðis:
Mikudagin 26. november Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november Føroyar – Paraguay
Føroysku atgongumerkini verða seld í fýra ymsum bólkum:
Kategori 1 99,00 € (Bólkur K)
Kategori 2 79,00 € (Bólkur I)
Kategori 3 69,00 € (Bólkur H blátt)
Kategori 4 49,00 € (Bólkur H lilla)
Seat Map
Gerðast Føroyar millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund. Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld. Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið nú mikudagin eisini. Hesi kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið.
Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 3 99,00 € (bólkur 317)
Kategori 4 69,00 € (bólkur 318)
Kategori 5 49,00 € (bólkur 319)
Seat Map
Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í S´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á.
Atlantic Airways fer at skipa fyri beinleiðis flogferð til Trier tann 24. november. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 kr. Talan er um einvegis ferð til Trier. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, verður mett at tað er best at fjeppara skipa sína egnu heimferð. Sølan byrjar mikudagin 11. juni á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.
Eventz.fo og Fonn flog fara eisini at selja pakkaferðir til Trier.
Leikskrá o.a. er at finna á https://worldhandball25.com/.