Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2022 13:36

At telgja sær íspunnar fíggindar

Svar til Anfinn Garðalíð og Føroya Fiskimannafelag

Lesarabræv

Fyrst av øllum skal eg takka fyri, at bæði Fiskimannafelagið og formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Anfinnur Garðalíð, hava svarað mínum viðmerkingum eftir dómin í Eystara Landsrætti. Sum gav Fiskimálaráðnum og undirritaða fult viðhald ímóti stevningini hjá stórkapitalinum.  

Síðani vil eg fegin geva eina umbering til Maskinmeistarafelagið. Eg havi fleiri ferðir koyrt manningarfeløgini í ein pott og úttalað meg alt ov lítið umhugsað um hesi viðurskifti. Veruleikin er, at Maskinmeistarafelagið – tá undir leiðslu av Pálli Hansen – var sera greitt í øllum hoyringum og samskifti um nýggju fiskivinnuskipanina: Tey stuðlaðu grundsjónarmiðunum og lóggávuni. Eisini tá ið Ólavur Gunnarson tók við, hevði Maskinmeistarafelagið sína egnu greiðu hugsan.

Tað vóru eisini fleiri í stjórn Føroya Fiskimannafelags og hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, sum stuðlaðu pørtum av fiskivinnunýskipanini, komu við góðum uppskotum og broytingum. Vit høvdu sera nógv og gott samskifti við manningarfeløgini allan vegin ígjøgnum – eisini við Jan Højgaard og Anfinn Garðalíð. Mangan sótu vit út á næturnar og viðgjørdu ynskini frá manningarfeløgnum, og vit bæði lurtaðu og gjørdu broytingar.

Göbbels og Gabel og alment rok

Hugsi ikki, at vit lótu okkum fornerma av ella spældu prippin um tann ofta sera hvassa retorikkin í almenna rúminum. At verða skírdur Göbbels og Gabel og fíggindi hjá fiskimanninum við stórum skeltum á almennum mótmælisfundum, ella at verða kallaður korruptur í útvarpstíðindunum, skalaði í hvussu so er ikki okkara góða samstarv.

Tað var hóast alt lítið afturímóti teirri hýsterisku herferðini og teimum villu ósannindum, sum stórkapitalurin og Fólkaflokkurin fingu fría mikrofon til at varpa út hvønn einasta dag í øllum tí almenna rúminum – og sum snúðu seg um við vold og makt at varðveita alt vald og ognir hjá nøkrum fáum fyritøkum og útlendingum í fiskivinnuni.

Tí loyvi eg mær at taka tað sum skemt, tá ið Fiskimannafelagið nú sigur meg at hava “lagt meg flatan fyri stórkapitalinum”(!). Hesin sami stórkapitalur, sum hevur oyst rættarmál og álop eftir undirritaða frá byrjan. Mangt havi eg hoyrt, men hetta man bera av í at venda tað niður, sum vendir upp.

Stórkapitalurin brúkti øll amboð – og vann fyribils

Um nakað hald var í hesum viðvendu uppáhaldum frá Anfinni og Fiskimannafelagnum, um at leggja seg flatan fyri stórkapitalinum, so kunnu vit spyrja.

  • Hví setti stórkapitalurin so alt sítt vald inn uppá at steðga eini lógligari samtyktari fiskivinnunýskipan?
  • Hví mæltu summir stórreiðarar alment til at fella Tjóðveldisflokkin, so lóggávan kundi steðgast og rullast aftur í skjúts- og einahandilstíðina?
  • Hví hóttu partar av stórkapitalinum síni starvsfólk við, at tey mistu arbeiðið, um tey ikki gingu ímóti eini lógliga samtyktari skipan og ístaðin skuldu velja teir flokkar, ið vildu tað sama sum stórkapitalurin?
  • Hví vóru fundir hildnir hjá útlendskum reiðaríum og stjórnarleiðarum, og beinleiðis trýst lagt á løgmann og føroyskar myndugleikar um at steðga Tjóðveldisflokkinum og nýggju lógini?
  • Hví sendu útlendsk feløg síni umboð á allar fundir uttanlands, har føroyski fiskimálaráðharrin var boðin at greiða frá føroysku nýskipanini? Har teir ávaraðu staðiliga ímóti hesum – tí um tað bar til í Føroyum, so kundi tað sjálvandi breiða seg til onnur lond?
  • Hví fegnaðist og gleddist – ja, eg havi hoyrt, at teir skálaðu – útlendskur stórkapitalur, tá ið tað eydnaðist at fella Tjóðveldisflokkin og føroysku samgonguna og at fáa eina nýggja samgongu, ið gjørdi sum teir vildu?
  • Hví vóru ein røð av rættarmálum løgd ímóti – ja, ikki ímóti undirritaða – men í veruleikanum ímóti okkara fólkavalda Løgtingi?
  • Millum annað við formanni Fólkafloksins sum saksøkjara, har hann vildi hava dómsvaldið at staðfesta, at Føroya Løgting hevði enntá ikki rætt at uppsiga fiski- og veiðiloyvini í 2007, men at hetta er privat ogn hjá núverandi reiðaríum í allar ævir?
  • Hví var hetta rættarmálið tikið aftur, tá ið nýggja samgongan, við sama sakførara á odda, eftir fáum vikum hevði avtikið alla nýskipanina og rullað alt aftur til tað, sum stórkapitalurin vildi hava? Stórkapitalurin flutti jú bara síni umboð inn í Løgtingið at fremja sama endamál sum teir stevndu eftir.
  • Hví eru veiðirættindi fyri 10-tals milliardavirði, sum vit øll eiga, nú lutað út av einum landsstýrismanni til nakrar fáar fyritøkur sum privat ogn? Sum tær kunnu keypa og selja ímillum sín á sofuni, um tær vilja – og hvønn vinning og hvørja ávirkan hava manningarnar á tað?

Um alt hetta havi eg onki mótmæli hoyrt. Hvørki frá feløgunum ella øðrum, ið hava innlit í tað, sum gongur fyri seg. Í føroysku fjølmiðlunum, sum lósu upp og sendu alment út hvønn fret-sting frá stórkapitalinum ímóti fiskimálaráðharranum og samgonguni í hvørji tíðindasending. Ja, har hevur – við nøkrum fáum djørvum undantøkum – verið larmandi tøgn, tá ið fólksins ogn er avreidd og givin burtur.

Hvat í veruleikanum hendi

Men hví brúkti eg so stór orð um, at manningarfeløgini (og eg átti at sagt minus Maskinmeistarafelagið) sviku í málinum um, hvør skal rinda uppboðssølu- og tilfeingisgjøld?

Jú, tí eg og Tjóðveldisflokkurin hava altíð sagt – og hava ásett tað í okkara stevnumiðum – at sjálvandi skulu manningarnar ikki rinda fyri rættin og atgongdina at fiska av okkara felags ogn. Og vit framdu alt tað, vit høvdu lovað.

Tilfeingisgjøld og uppboðssølugjøld eru gjald fyri framíhjarættin at sleppa at fiska av tí tilfeinginum, sum Várharra skapar á hvørjum ári. Sum er avmarkað umvegis ásettar kvotur og fiskidagar og loyvi, og tí hevur eitt øgiligt eykavirði – serliga fram í tíð.

Tað er hetta eykavirðið, sum verður rindað fyri og spekulerað í, tá ið skip við loyvum ella kvotur og fiskidagar verða keypt og seld – á privatum uppboðssølum!

Tey, sum fáa rættin at disponera yvir hesi atgongd til okkara felags ogn og til hetta eykavirðið, skulu sjálvandi gjalda okkum øllum fyri tað. Og tað eru ikki manningarnar, sum hava henda rættin og hetta virðið á hondum (uttan so, at tær eiga í felagnum og skipunum).

Tvørturímóti hava manningar og bygdir støðugt sæð síni arbeiðspláss verið seld undan sær av reiðaríum og fyritøkum. Sum fáa vinningin av at selja atgongdina og framíhjárættin víðari. Og eitt annað reiðarí ella fyritøka rindar so hinum fyri IKKI at fiska! Soleiðis var skipanin vitleys, og er tað aftur nú – og tað var og er hetta, sum vit vilja broyta.

Manningarfeløgini bakbitin í 2011

Tá ið uppboðssøla fyrstu ferð varð roynd í 2011, vórðu manningarnar og manningarfeløgini bakbitin. Hetta var ein heilt nýggj skipan og eitt nýtt gjald til reiðaríini áløgd gjøgnum løgtingslóg. Men reiðaríini kravdu knappliga, at manningin skuldi rinda ein part av uppboðssølugjaldinum.

Manningarfeløgini fóru í Gerðarrættin, men eitt vitni, sum annars fyrr hevði umboðað manningarfeløgini, sveik tey og pástóð, at manningarfeløgini í einum gomlum sáttmála høvdu bundið seg til at gjalda sín part fyri keyp av fiskirættindum. Og tí mátti tað eisini galda fyri almennu uppboðssøluna(!). Hetta er sjálvandi slutur og vrøvl. Tá ið sáttmálin varð gjørdur, var ongin almenn uppboðssøla til yvirhøvur.

Royndaruppboðssølurnar í 2016 og 2017

Men hendan ófatiliga støða frá Gerðarættinum stóð so við, tá ið vit skipaðu royndaruppboðssølurnar í 2016 og 2017. Og teir verandi sáttmálar vóru galdandi fyri alt tíðarskeiðið.

Vit máttu tí sjálvandi taka hædd fyri, at manningarnar ikki skuldu rinda fyri tað, sum tær onki áttu í og ikki høvdu avgerðarrætt yvir. Tí settu vit greitt inn í lógina, at gjaldið fyri uppboðssølu, kundi ikki takast av manningarpørtunum.

  • Tí hetta var samtykti politikkurin hjá Tjóðveldi og samgonguni, sum varð settur í samgonguskjalið.  
  • Og tí, at vit sjálvandi ikki vildu gera eina skipan, sum í veruleikanum rendi seg inn í ein galdandi sáttmála til ófyrimuns fyri manningarnar, sum als ikki hædd varð tikið fyri, tá ið sáttmálin var gjørdur.
  • Og tí, at vit vildu sláa fast, at sjálvandi kann Løgtingið áleggja, hvør tað er, ið skal rinda fyri framíhjárættin at fiska – uttan at skala frælsið at samráðast á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta vóru alt saklig og lóglig atlit, sigur Landsrætturin. Og reiðaríini høvdu jú onki tap, tí tey vistu hetta, áðrenn tey bjóðaðu á uppboðssøluni og kundu tí bjóða minni.

Hetta var sostatt ein serlóggáva, ið var neyðug, tá ið royndaruppboðsølurnar vórðu samtyktar mitt í einum sáttmálaskeiði.

Tann nýggja skipanin gav manningarfeløgunum allar trumfir

Tann nýggja fiskivinnulóggávan kundi ikki fáa gildi fyrr enn frá 1. Januar 2018, tá ið uppsøgdu fiskiloyvini og veiðiloyvini runnu út og fóru úr gildi.

Í hesi nýggju lógini varð borðið ruddað. Ein heilt nýggj skipan var samtykt. Nú var ikki tørvur á at lóggeva um trupulleikan við galdandi sáttmálum og tí gamla gerðarrættarmálinum. Tí sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum gingu út samstundis.

Nú kundu manningarfeløgini frítt í frælsum samráðingum standa fast við, at manningarnar sjálvandi ikki eiga at rinda fyri tey gjøld, sum reiðarunum eru áløgd í eini nýggjari lóg og skipan.

Vit vildu sjálvandi verja frælsa samráðingarrættin – og hann var nú púra frælsur.

Uttan at lóggeva um komandi sáttmálaviðurskifti, varð tó í nýggju lógini sligið fast við sjeytummaseymi,: Tað er rættindahavarin – altso reiðaríini og feløgini – sum rinda fyri bæði uppboðssølu- og veiðigjøld.

Hartil varð ásett beinleiðis í lógini, at manningarnar SKULU lønast sambært sáttmálunum hjá føroyskum manningarfeløgum. Um tað ikki varð gjørt og váttað, sluppu skip als ikki til fiskiskap. Føroyar vóru fyrsta og einasta land í heiminum at gera tað, og tað eri eg øgiliga errin av.

Alt hetta, hevði eg fundast við manningarfeløgini um. Og hetta varð sjálvsagt størsta framstig fyri rættindi hjá manningum, sum er sett í verk nakrastaðni í heiminum.

Manningarfeløgini kundu nú fara til samráðingar um ein nýggjan sáttmála. Undir eini heilt nýggjari skipan. Har tey í lógini høvdu beinleiðis áseting um, at tað er rættindahavarin, ið skal rinda fyri bæði uppboðssølugjøld og veiðigjøld. Og at ongin kann fiska uttan at løna manningini eftir føroyskum sáttmálum, sum eru gjørdir og avtalaðir millum manningarfeløg og mótpartin.

Eg bjóðaði mær eisini til at vitna í einum nýggjum gerðarrættarmáli, sum manningarfeløgini høvdu lagt um tann gamla úrskurðin, at manningar fingu rokningar fyri uppboðssølukeyp.

Reiðarar og stórkapitalurin volaðu

Og hvat hendi? Nýggja skipanin kom í gildi 1. januar 2018. Sáttmálarnir gingu samstundis út, og nýggir skuldu gerast.

Manningarfeløgini fara til samráðingar og kundu vunnið øll síni rættindi og krøv. Men hvat gera tey? Tey taka knappliga gerðarrættarmálið aftur fyribils, tí tað høvdu reiðararnir ynskt fyri at hava “góðan samráðingaranda”.

Og út komu manningarfeløgini við einum nýggjum sáttmála undir eini heilt nýggjari skipan. Har tey høvdu kíkað krøvini frá reiðarunum um, at manningarnar skuldu bæði rinda av veiðigjøldum og uppboðssølugjøldum – tó upp til eitt ávist mark. Gerðarrættarmálið er ongantíð tikið upp aftur.

Reiðararnir og stórkapitalurin kundu nú skála. Nú kundu herferðin halda fram, har teir skuldu fáa allan vinningin og valdið. Nú kundu teir seta manningarnar upp í móti nýskipanini. Og teir kundu nú halda fram at telgja ein felags uppfunnan fígginda: Nevniliga undirritaða, Tjóðveldisflokkin og ta samgongu, ið hevði samtykt fiskivinnunýskipanina.