Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2025 13:46

At lata eyguni upp fyri teimum eldru?

Lesarabræv

Í 2015 skipaðu Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommuna javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt, sum við lóg varð flutt kommununum at umsita. At tað bleiv flutt til kommunurnar at umsita er avgerð, sum hevur verið til tað betra fyri borgaran.

Tó er tað eyðsæð at eldraøkið situr við nøkrum avbjóðingum komandi árini. Peningurin frá landinum stendur ikki í mát við neyðuga raksturin fyri at tryggja okkara eldru bestu tænastu. Tí hava allar kommunurnar handan Roðan eisini játtað eyka pening á fíggjarætlanunum.

Harnæst kunnu vit vænta eitt vaksandi tal av eldri fólki í framtíðini, samstundis sum tað er trupult at fáa nóg mikið av starvsfólki til eldraøkið.

Tað er tó nógv, sum borgar fyri at eldraøkið hevur íðin starvsfólk og eitt vælskipað arbeiðspláss. 23. januar fór Elisabeth Joensen eftir 27 ár innan eldraøkið úr starvi í Roðanum vegna aldur og 28. januar var hátíðarhald fyri Onnu-Lis Dam Petersen, ið hevur 25 ára starvsdag í eldraøkinum.

Stýrið fyri Roðan verður mannað av kommunustýrislimum í avvarandi kommunum og situr alt valskeiðið. Í vikuni skipaði stýrið seg og er tað ein heiður at verða við í hesum týdningarmikla øki.

Jógvan Andersen