Lesarabræv/ Kommunuval 2024
Nú ávísir persónar byrja, at røra uppundir at eg eri skaðandi fyri Runavíkar Kommunu vil eg vísa hesum aftur.
Býráðsfundurin, seinasti var tann 31.oktober 2024.
Eg vil her umrøða tvey mál, sum eg var við til at viðgerða á fundinum.
– Fíggjarætlan fyri 2025 – FÆ2025
– Asfaltering á Skála og í Saltangará.
Avsettar vóru 20 mió. til svimjihøll.
Høllin skal sambært sáttmála, verða liðug í 2025 og tøl eru frammi, ið at tað eru brúkt 107 av 165mió.
Tí áttu býráði, at avsett minst 58mió. sum er 38mió. meira enn gjørt er í fíggjarætlanini. Umframt eru eykajáttanir.
Til viðgerðina spurdi eg um tað ikki var rættari, at avseta 100mió. til svimjihøllina, soleiðis at allar eykarokningar eru við. – Væntaði at fáa sakliga frágreiðing uppá hvat rætta talið var.
Men eingin, yvurhøvður eingin segði eitt einasta orð! Borgarstjórin mutlaði okkurt um fund í Sørvági.
Hetta er at siga ósætt fyri borgarunum. Hetta er at villeiða borgaran. Á býráðsfundinum sótu 10 býráðslimir og samtyktu fíggjarætlan, sum tey vita er skeiv.
Hvat hugsa tey fyri sær?
Eg eri als ikki ímóti at asfaltera, tvørtur í móti. Er tað nakað sum er mangulvøra í okkara kommunu so er tað viðlikahald, tíverri.
Hesum málinum var heldur ikki har var skil í. Tí atkvøddi eg ikki fyri, valagni hjá borgarstóra og uppstillaðum borgarum í umsitingini.
Tað er annars óskikkur, at samtykkja valagn hesa ársins tíð.
Tað er okkara skylda, sum fólkavald at hava viðring fyri borgarum okkara, og taka ábyrd. Tískil skulu øll mál eisini førast rætt og sakligt fram.
Gott val!
Blíðar heilsanir
Reidar F. Joensen
Valevni á Lista B
Til býráðsvalið í Runavíkar Kommunu
#val #kv24 #kommunuval #runavíkarkommuna #nei
Deil á Facebook