Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2026 14:34

Ástaðarfundur um Minnissteinar í Kolbeinagjógv

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í seinastu viku var borgarstjórin á ástaðarfundi í Kolbeinagjógv. Ástaðarfundurin snúði seg fyrst og fremst um ætlanina at flyta Minnissteinarnar í Kolbeinagjógv, men eisini varð tosa um onnur viðurskifti, so sum ynskið at fáa ein lítlan miðstað mitt í bygdini, á sama øki har minnissteinarnir skulu standa.

Minnisteinarnir í Kolbeinagjógv hava inntil fyri tíð síðani staðið á matriklinum hjá Marjuni og Hans Eli Jacobsen. Fyri nøkrum mánaðum síðani vóri steinarnir tiknir til viðlíkahald hjá staðbundna steinhøggara okkara, Jeffri Berg, sum eigur og rekur virki “Bergsteinar”. Viðlíkahaldsarbeiðið er nú liðugt, og eftir ætlan verða steinarnir settir á nýggja staðið seinni i ár.

Fleiri borgarar vóru møttir til ástaðarfundin við borgarstjóran, og eftir eina løtu úti í kuldanum, vóru øll boðin til ein drekkamunn í kjallaranum hjá Jóhannusi.

Nakrar myndir frá løtuni síggjast niðanfyri. (Myndir: Sjóvar kommuna)