G Festival
Ásgeir á G! við nýggju útgávuni Julia
Íslendski vinur okkara, Ásgeir, verður aftur at hoyra á G! í ár.
Við sær hevur hann spildurnýggju plátuna Julia, sum longu hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum.
Ásgeir er eitt hitt kendasta navnið nakrantíð úr Íslandi, og er kendur fyri sína eyðkendu bleytu falsett og djúphugsna huglag í løgunum. Eisini er hann, hóast stillførur, ein undangongumaður og stór kelda til íblástur hjá mongum lagsmiði og framleiðara, tí hann altíð megnar at leggja okkurt áhugavert afturat tónleikinum, sum annars kennist so lættur at lurta eftir.
Nýggja útgávan Julia er við sínum erligu og heitu løgum einastandandi góð, og vit gleða okkum almikið at hoyra Ásgeir framføra hana á G! saman við bólki sínum.

Silvurdrongur
Eitt stórskald av okkara tíð
Silvurdrongur, sum er listarliga navnið Trygvi Danielsen hevur í tónleikinum, er uttan iva eitt av stórstu skaldunum í okkara tíð. Ein nýmótans yrkjari, ið megnar at samantvinna popplist við skrivilist. Ein orðasnillingur sum fáur.
Umframt hettar er Silvurdrongur ein óvanligur og óvanliga spennandi upptraðkari. Ørskapur og samkensla eru vavd saman í eina framúrskarandi og púra ókúgaða verð, sum Silvurdrongur leggur fyri dagin, tá ið hann trínur á pall. Í fjør spældi hann úti á Gøtuvík í mjørkanum á einum báti fyri nøkrum fáum útlendskum gestum. Tann eini journalisturin skrivaði seinni, at konsertin var so góð, at hann mátti søkja sær hjálp frá sálarfrøðingi, tí at allar aðrar konsertir eftir hettar vóru
óbrúkiligar, um ikki tær høvdu mjørka, aldututl og likkukór aftanfyri.
Stór orð, men tú skilur hann væl.
Á G! fært tú møguleikan at uppliva Silvurdrongin framføra á G!, kanska við mjørka, aldututli og likkukóri. Sálarfrøðing mást tú tó sjálv/ur hava við.

AySay
Tónleikur uttan landamørk
Tey hava m.a. spælt á Roskilde festivalinum og á Montreal Jazz Festival í Kanada, og í summar spæla tey á G! Talan er um danska bólkin AySay, har fjølmentaða songkvinnan Luna Ersahin stendur í miðjuni og spælir saz, sum er streingjaljóðføri úr miðeystri. Kring hana eru Aske Døssing Bendixen og Carl West Hosbond.
Tónleikurin er ein samanrenning av mentanarligum íblástri úr turkiskum, kurdiskum og donskum fólkatónleiki, sum er blandaður við elektroniskan popp.

Lea Kampmann
Steðga á eina løtu
Seinferð, eitur seinasta útgávan frá Leu Kampmann, og hesi vøkru løg hevur Teitur framleitt. Við hesum ynskir Lea at fáa okkum at steðga á eina løtu, at lurta og geva okkum far um tað innara – sum ein andsøgn til alt tað skjóta og larmandi, sum uttan íhald hendir rundan um okkum øll. Her fáa allir tónar tíð at ringja út, og lurtarin verður drigin so nær, at tað kennist sum tú situr inni í einum kassaguitara.
Keyp eitt atgongumerki til eina ferð inn í títt egna innara, har flogskiparin á G! eitur Lea Kampmann.

