Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2024 18:25

Asfaltering á Skála

Myndamaður: Jógvan Kristiansen/Runavíkar Kommuna

Runavíkar Kommuna

Á býráðsfundinum 26. september samtykti býráðið – við atkvøðunum 6-4 – at fara undir asfaltering uppi á Norðurhædd í Saltangará og at asfaltera høvuðsvegin ígjøgnum bygdina á Skála. Á býráðsfundinum hin 31. oktober samtykti býráðið – við atkvøðunum 7-4 – uppskotið um asfaltering við 2. viðgerð.

EM Asfalt átti lægsta boðið. Asfalterað er á Norðurhædd, og í løtuni er felagið farið undir at fyrireika asfalteringina ígjøgnum bygdina á Skála. Fipur og aðrar installatiónir eru partar av verkætlanini.

Í dag skrivaðu Edvard Mikkelsen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmálan í kjallaranum hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Skála kommunu Kára Johannesen.

Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, hevur fyrireikað málið fyri Runavíkar kommunu.