Landsverk boðar frá, at Elduvíkarvegurin verður stongdur fríggjadagin 26. sept. millum kl. 09 og 18. Ferðslan verður leidd ígjøgnum eftir tørvi, tó kann roknast við nakað av bíðitíð – upp til hálvan tíma.
Um veðrið loyvir tí, verður eisini arbeitt mánadagin og týsdagin í komandi viku. Nærri verður kunnað seinni.