Fimleikagalla 2023 – Ársins venjari/venjaratoymi á kvinnusíðuni í amboð gjørdist Flog, við Remi, Sólgerð og Onnu.
Dómsnevndin segði soleiðis:
Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna, vinna ársins venjaratoymi hjá gentur/kvinnum. Uppá tvey ár hevur hetta toymið megnað at fáa góð úrslit; við trimum íðkarum á liðinum til FM, fingu tey eina gullmedalju og eina bronsumedalju við heim. Harafturat eru fleiri íðkarar sum hava klárað seg væl til góðkenningarnar, sum hava verið í ár.
Tey hava verið málrættað og megnað, at lyfta liðið uppá kappingarniveau og íðkararnir hava ment seg, bæði mentalt og fysiskt.
Nevndin er sera errin av hesum venjaratoyminum og vit hava góðar vónir um komandi kappingarár.