Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.12.2022 13:28

Ársins jólakonsert við Gøtu kirkju ungdómskóri

Mynd: Nes Prestagjald

Siðbundna jólakonsertin “Vit syngja jólini inn” í Gøtu kirkju, verður endiliga hildin aftur undir kendum umstøðum. Hetta 4. sunnudag í advent, 18. desember kl. 19.30. Her verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir. Kirkjan verður stúgvandi full, so set 18. desember kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast. Vanliga savnar konsertin millum 400 -600 fólk.

Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altið, sera væl fyrireikað til at geva tykkum áhoyrarum best møguligu jólakonsertina. Kórið leggur dent á at hava nøkur nýggj elementir við hvørt ár til jólakonsertina – og í ár verður onki undantak.

Konsertin er ókeypis, men høvi verður at geva eina gávu til raksturin av kórinum, og tær avbjóðingar, sum kórið hevur fyri framman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.