ÍF skrivar:
Í kvøld var Fríði øðru megin borðendan, og hinumegin sótu tveir av okkara egnu, framrættaðu leikarum.
21 ára gamli Rúnar Cederius Johnsson hevur síðan 2020 víst máltev á bæði okkara U21 liði og okkara 2. Deildarliðið. Í ár megnaði hann so at flyta málskjótingina á okkara fremsta lið, har hann í 27 dystum skeyt 14 mál í 1. deild. Hann var harafturat ein av málslúkunum á okkara FM vinnandi U21 liði, tí um vit kann nærri, so síggja vit, at hann hevur skotið ikki færri enn 38 mál fyri tað liðið í 2025.
Tá sáttmálin við Rúnar var avgreiddur, trein triði Lakjumaðurin í ár inn, og setti sítt navn á ein sáttmála við okkum.
Hesuferð er talan um 14 ár eldra Dánjal á Lakjuni, sum er skrásettur fyri ikki minni enn 414 almennar dystir í ymiskum kappingum fyri barndómsfelagið.
Dánjal bleiv eisini søguligur, tá hann 30. Juni í 2011 skeyt fyrsta málið hjá ÍF í altjóða fótbólti, tá hann legði ÍF á odda móti KR Reykjavík á ovara vølli í Gundadali.
Kaga vit í søguna hjá Dánjal, síggja vit, at hann hevur umboðað ÍF á hvørjum ári síðan 2007, og verður hetta sostatt hansara 20. kappingarár í reyða búnanum.
Bæði Rúnar og Dánjal hava skrivað undir eitt ára sáttmálar, og vit ynskja teimum tillukku við tí, og gleða okkum til at síggja teir í ár.

