Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2026 22:43

Ársins fyrstihjálpari verður kosin fríggjadagin

Savnsmynd. Reyði Krossur Føroya

Reyði Krossur Føroya

Fríggjadagin 6. mars kl. 14:00 verður tiltakið Ársins Fyrstihjálpari 2025 hildið á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Tá heiðra vit tey, sum á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp í 2025.

Eisini verður Ársins Barnaheiður latin børnum, sum hava víst serligt dirvi og hjálpsemi innan fyrstuhjálp.

Tiltakið er ein góður møguleiki at varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er at duga fyrstuhjálp – tí fyrstuhjálp kann bjarga lívum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.