Miðflokkurin
Miðflokkurin boðar frá, at ársins fyrsti almennur uppstillingarfundur verður hóskvøldið 29. januar kl. 19.30 á Panorama, Hotel Hafnia, í sambandi við komandi Løgtingsval í 2026.
Á fundinum verður høvi at:
- hitta nýggj valevni til Løgtingsvalið,
- fáa kunning um politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum,
- og at tekna seg á vallistan sum valevni.
Fundurin er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði. Vit vóna at síggja nógv fólk til hendan týdningarmikla fund.
