Sleipnir ríðingarfelag skrivar soleiðis um komandi kapping sum verður leygardagin:
Vit bíða í spenningi og fylgja væl við hvussu veðrið fer at skikka sær nú Føroya ríðingarfelag, fyri 55’indu ferð, skipar fyri kappríðing við Leynavatn.
Í gjárskvøldið vóru hesar ungu damurnar (sí mynd) farnar at venja til ársins fyrstu kappríðing.
Tær hava glett seg longi – ikki bert til sjálva kappríðingina, men eisini til hugnan og felagskapin ið rómar við Leynavatn tá ið rossafólk møtast.
Øll eru vælkomin at heppa og stuðla okkara ungu reið-gentum. Kappingin verður leygardagin kl. 15 við Leynavatn.
Deil á Facebook