Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2025 08:08

Ársins ferðavinnufólk og ársins átak – hvør fær heiðurin?

Ferðavinnufelagið

Tilnevnið Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak áðrenn 20. oktober. Heiðursbrøvini verða latin á Ferðavinnustevnuni 7. november á Hotel Hilton

Heiðurin sum ársins ferðavinnufólk og ársins átak verður latin á Ferðavinnustevnuni fríggjadagin 7. november á Hotel Hilton. Tú kanst vera við at avgera, hvør fær heiðursbrøvini – nú ber til at senda inn tilnevningar.

Heiðursbrævabólkarnir

  • Ársins ferðavinnufólk
    Heiðurin fer til tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum. Fólk, sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini, og sum ferðavinnan ikki kundi verið fyriuttan.
  • Ársins átak
    Heiðurin fer til tey, ið hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum og gera hugskot til veruleika. Tað kann vera einstaklingar, virkir, stovnar ella felagsskapir. Treytin er, at tey í farna árinum hava gjørt okkurt nýhugsandi, sum styrkir og mennir føroysku ferðavinnuna.

Soleiðis gert tú

  • Send tína tilnevning saman við grundgeving til industry@industry.fo.
  • Freistin er mánadagin 20. oktober.

Dómsnevnd

  • Henny á Líknargøtu (Ferðavinnufelagið)
  • Guðrið Højgaard (Visit Faroe Islands)
  • Annika Lisberg (kunningarstovurnar)

Hvør vann í fjør?
Á Ferðavinnustevnuni í 2024 vórðu heiðursbrøv handað: 

  • Ársins ferðavinnufólk: Svein í Heiðunum (Smyril Line)
  • Ársins nýbrot: Caféin á Mølini v/ Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen
  • Ársins eldsál: Mimmy Vágsheyg við Kafé Fríðu