Løgmálaráðið
Føroya landsstýri stuðlaði 22 humaniterum verkætlanum og 18 neyðhjálparátøkum úti í heimi við tilsamans 15,7 mió. kr. í 2024.
Høvuðsgeirarnir, sum fingu mestan stuðul í humaniteru verkætlanunum, vóru útbúgving, heilsa og reinføri og barnavernd. 62% av verkætlanarstuðlinum fór til verkætlanir í Ukraina.
Høvuðsgeirarnir, sum fingu mestan stuðul í neyðhjálparátøkunum, vóru barnavernd, náttúru- og veðurlagsvanlukkur og heilsa og reinføri. 39% av stuðlinum fór til neyðhjálparátøk í Ukraina.
Ársfrágreiðingin við nærri lýsingum um allar humaniteru verkætlanirnar og neyðhjálparátøkini, ið fingu stuðul frá Føroya landsstýri í 2024, er tøk at lesa her.