Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2025 12:26

Ársaðalfundur hjá Dansifelagnum á Látrinum

Í kvøld klokkan 19:00 hevur Dansifelagið á Látrinum ársaðalfund í Hólmahúsinum. 

Dansifelagið er ein liður í at varðveita elligamla føroyska dansin, ið er ein stórur lutur av mentanararvi okkara. Úr felagnum siga tey, at tað at ganga til føroyskan dans er gott fyri sál og sinn. 

Sosiala samveran hevur eisini stóran týdning fyir tey, og tað kemur javnan fyri at tey sita leingi og práta og fáa sær ein góðan kaffimunn millum kvæðini. 

Til fundin verður møguligt at tekna seg sum lim í felagnum. Limagjaldið er 100 krónur um árið. Møti fjølment.