Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.08.2025 16:39

Arnfinn Bech: Føroyskir sáttmálar skulu galda í føroyskari strandfarsigling

Mynd: Maskinmeistarafelagið

Tíðindaskriv/Maskinmeistarafelagið

Føroysk fakfeløg kunnu ikki bara tigandi viðvirka til lønardumping, og góðtaka manningarfeløgini, at Galaxy fer í sigling í Føroyum, uttan at sáttmáli er gjørdur fyri skipið, so verður latið upp fyri, at fremmand skip undir fremmandum sáttmálum til eina og hvørja tíð kunnu taka sær av innanoyggja ferðafólka- og farmaflutninginum í Føroyum. Tað sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

Tað er fallið Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum, fyri bróstið, at Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, heldur, at talan bara er um ein lítlan trupulleika, at ongin sáttmáli er gjørdur fyri grikska ferðafólkaskipið Galaxy, sum eftir ætlan skal setast í sigling á suðuroyarleiðini um tríggjar vikur.

Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag boðaðu í síðstu viku frá, at bann verður sett limum teirra at gera tænastu umborð á Galaxy, so leingi ongin føroyskur sersáttmáli er gjørdur fyri skipið. Tað var í samrøðu um málið í útvarpstíðindunum hóskvøldið 31. juli, at Jan Mortensen helt tað vera margháttligt, at hetta bleiv gjørt til ein stóran trupulleika – hann helt, at tað var ein øgiliga lítil trupulleiki, sum bleiv gjørdur til ein stóran trupulleika.

Jan Mortensen segði, at ongir trupulleikar hava verið, tá útlendsk avloysaraskip áður eru leigað at sigla fyri Smyril, tá hann hevur verið í dokk, tí føroyska manningin hevur fingið ta løn, hon vanliga fær við Smyrli.

Ágangur á sáttmálarnar

Arnfinn Bech heldur tó fast um, at tað ikki verður góðtikið, at annað skip kemur í strandfarasigling uttan at nakar sáttmáli er gjørdur fyri tað.

– Eg fái ikki fyrihildið meg til, hvussu tey hava manirerað við hesum fyrr, men eg skal bara gera tað púra greitt, at Strandferðslan hevur ongan rætt at flyta sínar manningar á skip, sum hon onki eigur í, og har ongin manningarsáttmáli er gjørdur. Tað hevur hon ongantíð havt rætt til.

– Tað er ein øgiligur ágangur á okkara sáttmálar, og vit fara ongantíð at góðtaka, at dumpinglønir uppá henda mátan verða sníktar inn gjøgnum bakdyrnar, tí góðtaka vit hetta, so kann tað verða so øgiliga skjótt, at fremmand skip undir fremmandum sáttmálum bara yvirtaka allan innanoyggja ferðafólka- og farmaflutningin í Føroyum, sigur hann.

Galaxy skal eftir ætlan í sigling fyri Smyril um tríggjar vikur

Ynski um lógarkrav

Arnfinn Bech leggur eisini dent á, at Maskinmeistarafelagið er partur av altjóða fakfelagssamstarvi, og at tað merkir, at samhaldsfestið røkkur út um føroysku landoddarnar.

– Eg skal sjálvandi í fyrsta lagi tryggja, at mínir limir arbeiða undir greiðum sáttmálatreytum og fáa ta hýru, teir eiga, men vit hava eisini skyldu til at hugsa um okkara útlendsku starvsfelagar, at eisini teir fáa føroyskar lønir, tá teir eru í tænastu á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

– Annars eru ta sanniliga eisini tær føroysku hýrurnar, sum eru í vanda, um útlendskir sáttmálar við verri lønarlagi sleppa at fáa fótafesti her. Tað er tí, eg adresseri henda trupulleikan til politisku skipanina og serliga teir báðar flokkarnar, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, ið siga seg hugsa so nógv um løntakararnar.

– Spurdu teir meg, so vildi eg mælt teimum til sum skjótast at gjørt tað til eitt lógarkrav, at øll skip, sum taka sær av føroyskum tænastum í føroyskum sjóøki, skulu virka undir føroyskum sáttmálum, sigur hann.