Fimleikasamband Føroya
Triði íðkarin, ið kemur við til Oyggjaleikirnar í ár er Ari Poulsen
Profilur 3/12 #OrkneyIslandGames2025
𝙉𝙖𝙫𝙣
Ari Poulsen
𝘼𝙡𝙙𝙪𝙧
16 ár
𝙁𝙚𝙡𝙖𝙜
𝙃𝙫𝙪𝙨𝙨𝙪 𝙡𝙚𝙞𝙣𝙜𝙞 𝙝𝙚𝙫𝙪𝙧 𝙩𝙪́ 𝙫𝙖𝙣𝙩 𝙛𝙞𝙢𝙡𝙚𝙞𝙠?
Eg havi vænt á amboðs liðinum síðani 3. Flokk tað vil siga umleið 7 ár
𝙃𝙫𝙖𝙩 𝙚𝙧 𝙩𝙞́𝙩𝙩 𝙮𝙣𝙙𝙞𝙨 𝙖𝙢𝙗𝙤ð 𝙞́ 𝙛𝙞𝙢𝙡𝙚𝙞𝙠𝙞?
Uha tað er øgiliga skiftandi, men tað er allarhelst Gólv
𝙃𝙫𝙖𝙩 𝙙𝙖́𝙢𝙖𝙧 𝙩æ𝙧 𝙗𝙚𝙨𝙩 𝙫𝙞ð 𝙛𝙞𝙢𝙡𝙚𝙞𝙠𝙞?
Mær dámar best, at fimleikur er bæði avbjóðandi og stuttligur. Tú mást brúka bæði styrki, smidligleika og fokus, og tað kennist gott at síggja framstig og læra nógv nýggj element
𝙃𝙫ø𝙧 𝙚𝙧 𝙩𝙞́𝙣 𝙛𝙮𝙧𝙞𝙢𝙮𝙣𝙙 𝙞𝙣𝙣𝙖𝙣 𝙛𝙞𝙢𝙡𝙚𝙞𝙠?
Síðani eg havi veri heilt lítil havi eg altíð sæð upp til Øssur Debes Eiriksfoss. Eg minnist, tá eg sá hann til kappingar og á video, at eg hugsaði at ein dag vildi eg royna at koma líka langt sum hann
𝙃𝙫𝙪𝙨𝙨𝙪 𝙠𝙚𝙣𝙣𝙞𝙨𝙩 𝙩𝙖ð 𝙖𝙩 𝙫𝙚𝙧𝙖 𝙪́𝙩𝙩𝙞𝙠𝙞𝙣 𝙩𝙞𝙡 𝙤𝙮𝙜𝙜𝙟𝙖𝙡𝙚𝙞𝙠𝙞𝙧𝙣𝙖𝙧 𝙞́ 𝙊𝙧𝙠𝙣𝙚𝙮?
Tað kennist ótrúliga gott at vera úttikin. Eg eri sera stoltur og takksamur fyri møguleikan at umboða Føroyar
𝙃𝙫𝙖𝙩 𝙝𝙚𝙫𝙪𝙧 𝙩𝙪́ 𝙨𝙚𝙩𝙩 𝙩æ𝙧 𝙨𝙪𝙢 𝙢𝙖́𝙡 𝙩𝙞𝙡 𝙤𝙮𝙜𝙜𝙟𝙖𝙡𝙚𝙞𝙠𝙞𝙧𝙣𝙖𝙧 𝙞́ 𝙊𝙧𝙠𝙣𝙚𝙮?
Mítt mál er at gera mítt besta og bara njóta tað. Eg havi vant nógv, so eg vóni at síggja framstig og fáa eina góða uppliving
𝙃𝙫𝙪𝙨𝙨𝙪 𝙛𝙮𝙧𝙞𝙧𝙚𝙞𝙠𝙖𝙧 𝙩𝙪́ 𝙩𝙚𝙜 𝙩𝙞𝙡 𝙠𝙖𝙥𝙥𝙞𝙣𝙜𝙞𝙣𝙖?
Eg fyrireiki meg við at venja væl og halda fokus. Eg royni at gera tað, sum skal til, so eg eri klárur til kapping. Eg venji umleið seks dagar um vikuna, bæði um morgunin og kvøldi – umleið 28 tímar. Tað er tungt, men tað má til
𝙃𝙫𝙖𝙩 𝙜𝙡𝙚ð𝙞𝙧 𝙩𝙪́ 𝙩𝙚𝙜 𝙢𝙚𝙨𝙩 𝙩𝙞𝙡 𝙖́ 𝙤𝙮𝙜𝙜𝙟𝙖𝙡𝙚𝙞𝙠𝙪𝙣𝙪𝙢 𝙞́ 𝙊𝙧𝙠𝙣𝙚𝙮?
Eg gleði meg mest til at vera við í øllum kappingunum og at vera saman við hinum úr Føroyum. Tað verður stuttligt at uppliva stemningin og stuðla okkara liði