Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2025 22:31

Ari Ólavsson Ellingsgaard legst aftrat venjaratoyminum

Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skála Ítróttarfelag skrivar:

Skála ÍF og Ari hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála, sum knýtir Ari at venjaratoyminum hjá fremsta mansliðnum.

Hóast Ari einans er 32 ára gamal, so hevur hann rættiliga drúgvar royndir sum leikari í bestu deildini, har hann umframt at hava umboðað barndómsfelagið ÍF, eisini hevur leikt við NSÍ, EB/Streymi og Skála.

Tilsamans er Ari skrásettur fyri 285 dystir og 22 mál í bestu deildini, umframt 23 dystir og fýra mál steypakappingini og seks dystir í Europa League.

Ari spældi við Skála árini 2022-2024. Í 2025 hevur Ari verið annar av venjarunum hjá felagsliðnum NSÍ/Skála U17.

Vit gleða okkum at síggja Ari í nýggja leiklutinum undir Mýruhjall