Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2024 08:13

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka á Hagaleiti í Leirvík sum kravdi eitt mannalív.

Tað var um 20 tíðina í gjárskvøldið, at løgreglan fekk boð um eina arbeiðsvanlukku í Leirvík.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at maðurin arbeiddi við einari gravimaskinu eini 200 metrar frá vegnum út móti Hagaleiti. Samband fekst ikki við mannin, og tá fólk fóru á staðið, varð hann funnin partvís undir maskinuni, sum varð koppað.

– Øll tilbúgvingin varð sett í verk, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á manninum, sum var miðskeiðis í 50-unum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.