Sambart heimasíðuni hjá SEV, so hendi seinnapartin í dag ein syrgilig arbeiðsvanlukka í haganum nærindis Selatrað. Meðan arbeitt varð uppi í einum elsteyra, datt ein av monnunum niður úr steyranum.
Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið við tyrlu, men doyði tíverri av løstunum.
Til ber ikki at siga nakað um orsøkina til hendingina, fyrrenn nærri kanningar eru gjørdar.
Familjan hevur fingið boð.