Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2025 21:35

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025: Yvir 1.000 luttakarar savnaðust um arbeiðsumhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum

Mynd: Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025 varð hildin í stórhøllini Við Tjarnir fríggjadagin 31. oktober. Fleiri enn 1.000 fólk úr bæði almenna og privata geiranum hittust til ein innihaldsríkan og livandi dag um arbeiðsumhvørvi, trygd og trivnað.

Ráðstevnan var samstundis ein markering av, at 50 ár eru liðin síðani Arbeiðs- og brunaeftirlitið varð sett á stovn.

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, bjóðaði vælkomin, og Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, setti ráðstevnuna við at leggja dent á týdningin av tryggum og virðiligum arbeiðsumhvørvi sum ein grundarstein í okkara vælferðarsamfelagi.

Millum framløgurnar vóru hugleiðingar frá Theodor Eli Olsen, sóknarpresti, um okkara protestantiska arbeiðsmoral, og Pál Weihe, formanni í Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum undir yvirskriftini “I have a dream” tosaði um, hvussu arbeiðið eigur at skapa meining og lívsgleði í framtíðar samfelagnum.

Eitt høvuðsevni á ráðstevnuni var tað sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, legði fram nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og nógv kjak var um, hvussu arbeiðspláss kunnu arbeiða meira skipað og fyribyrgjandi við sálarligum trivnaði.

Trygdarleiðararnir Jens Hansen (fyrrverandi MEST), Evelyn Gaard (Articon) og Irdi Neshamar (EFFO) greiddu frá sínum royndum við trygdararbeiði í verki. Eftir miðmála hugleiddi Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, um støðuna hjá arbeiðaranum í dag, og Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, legði dent á týdningin av tí góða arbeiðsumhvørvinum fyri vinnuna og samfelagið sum heild.

Á ráðstevnuni vórðu eisini handaðar Ársins arbeiðsumhvørvisvirðislønir 2025.

• Fyri arbeiðsgevarar fekk Jón Sigurðsson, fyrrverandi stjóri í Articon, heiðurslønina fyri at hava flutt arbeiðsumhvørvið í byggivinnuni fram á leið.

• Fyri arbeiðstakarar fingu Súni Selfoss og Starvsfelagið virðislønina fyri at hava sett tað sálarliga arbeiðsumhvørvið í fokus og arbeitt miðvíst við trivnaði á arbeiðsplássum.

Tónleikarin Kári P spældi gjøgnum dagin og setti ein hugnaligan og livandi dám á ráðstevnuna.

Tiltakið endaði við einum lívligum og skemtiligum sofapráti millum Nils Winther frá Vinnuhúsinum, Sonju Jógvansdóttir frá Verkafólk og Pál Weihe frá Arbeiðsumhvørvisráðnum, har teir trý við eyðkendum stíli og glotti í eyganum tóku samanum dagin og hugleiddu um arbeiðslívið í Føroyum í dag.