Trúboðin
Tað byrjaði fyri umleið hálvum øðrum ári síðan, tá ið húsavørðurin fyri Leguhúsið í Nesvík, Sigvald Zachariasen, boðaði frá, at arbeitt verður í Leguhúsinum hvønn týsdag framyvir.
Og uppmøtingin hevur verið góð, sum oftast eru millum 10 og 15 fólk til arbeiðis týsdagar og onkuntíð fleiri. Ung og eldri, kvinnur og menn.
Og húsavørðurin letur væl at, tí nógv er komið burturúr hjá týsdagstoyminum. Tvey nýggj og góð rúm eru gjørd til ítriv og annað virksemi. Tvey bønar- og samtalurúm. Bátanestið er flutt og tikið í brúk. Verkstaðið er flutt oman í niðaru síðu og er skipað og ruddað. Ovara girðingin, við vøllin, sum fór í illveðrinum í vetur, er gjørd av nýggjum og mangt, mangt annað.
Leguhúsið er stórt og nógv brúkt, so nógv er at taka hond í. Hvørt ár gista túsundtals børn, ung og vaksin í Leguhúsinum í Nesvík.
Arbeiðsdagurin byrjar við góðum morgunmati og andakt kl. 9.00. So verður farið til verka. Á middegi er ábit og tey flestu arbeiða til umleið kl. 15.00 – onnur til middags.
Øll eru hjartaliga vælkomin til arbeiðsdagar í Nesvík, kvinnur og menn, ung og eldri.
Fyrsti arbeiðsdagur eftir summarsteðgin verður komandi týsdag 9. septembur.
Vit hava ein bólk á Facebook og tú ert vælkomin í bólkin ==> Arbeiðsfólk í Leguhúsinum í Nesvík
