Umleið kl. 15 í dag fekk alarmsentralurin boð um, at ein trumla varð koppað í Søldarfirði og at ein persónur lá undir.
Løgreglan, sløkkilið og sjúkrabilur vóru send á staðið, men til alla lukku hevði tað eydnaðst persóninum sjálvum at sleppa leysur. Samstundis kundi staðfestast at persónurin ikki hevði fingið nakað stórvegis mein av hendingini.
