Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.11.2025 15:58

Arbeiðsóhapp í Norðragøtu í dag

Mynd: Eysturoyarportalurin

Stutt fyri kl. 14.30 í dag hendi eitt arbeiðsóhapp beint við Býráðshúsið í Norðragøtu.

Arbeiðsmenn vóru í ferð við at hongja jólastás upp á jólatræðið, tá ið kranabilurin koppaði og ein maður kom til at liggja kroystur undir endanum av sjálvum krananum.

Tað tók ein rúma tíð at fáa mannin leysan, men eftir nærum ein tíma eydnaðist tað og var hann koyrdur á sjúkrahúsið.

Sum skilst so stóð ikki um lív, men hann hevur fingið stóran skaða í beinið.

Myndir: Eysturoyarportalurin