Myndir: Eysturoyarportalurin
Fyri á leið 14 døgum síðani byrjaði arbeiðið av nýggju svimjuhøllini við Løkin í Runavík.
Tað var annars tann 30. juni í ár, at Runavíkar býráð samtykti at byggjast skuldi ein nýggj svmijihøll fyri 165 mió.
Tað er Kanjon sum er høvðusarbeiðstakari av arbeiðinum. Í løtuni verður arbeitt við, at seta arbeiðsskúrar upp, samstundis sum at tilbyggningurin á gomlu høllini verður tikin niður. Tað snýr seg um gomlu skiftingarrúmini og tann gamla kjallarin er undir, sum einaferð í tíðini skuldi nýtast sum ein svimjihylur, men sum ongantíð gjørdist veruleiki.
Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í februar 2025.





