Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2026 14:28

Apríl 2026 – og hvussu veðrið royndist

Veðurstova Føroya

Nú er apríl 2026 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður?

Eitt veðurtekn er um apríl, at er veðrið í fyrru helvt gott, er seinna helvt ikki góð – og øvugt. Hetta veðurteknið hevur hildið í ár, tí soleiðis sum há- og lágtrýst í Norðuratlantshavi tóku seg upp og ferðaðust, ber til at býta apríl í tvey. 

Apríl 2026 0

Byrja vit við niðurstøðuni, var apríl eitt sindur kaldari enn í miðal tey seinastu 30 árini og eitt sindur turrari. Fyrra helvt var kølið og vátt; seinna helvt lýggj og turr.

Fyrstu 20 dagarnar gingu lágtrýstini annaðhvørt í landnyrðing millum Grønland og Ísland ella tóku eina leið beint ímóti Bretlandi og steðgaðu á leiðini vestan fyri Føroyar. Brúgvaløgini fóru framvið eystur- ella norðureftir og høvdu viðhvørt nokkso nógv avfall við sær.

Ættin var næstan alla tíðina úr lágum eystri niður í sunnan og upp ímóti vestri. Luftin kom langt sunnaneftir, viðhvørt úr Norðurafrika, og hitalagið í Føroyum var oman fyri 5 stig – nakrar dagar oman fyri 10 stig. Tó var veðrið eitt sindur umleypandi fyrstu vikuna við skiftandi ættum, og tá kom hann høgt viðhvørt, og hitalagið fór niður um frostmarkið nakrar ferðir.

Lágættirnar høvdu grátt skýloft við sær, og tað vóru ikki fá brúgvaløg við regni, sum fóru framvið. Samanumtikið vóru fyrstu 20 dagarnir í apríl gráir við regni ella ælaveðri, og tað var nokkso lýtt. Tað vóru góðar løtur eisini, tá ið lágtrýstini vóru farin framvið, og vit bíðaðu eftir tí næsta, men tær vóru ikki so drúgvar.

Fyrstu 2-3 vikurnar í apríl høvdu vit lágtrýstveður. Hann lá nógv millum landsynning og útsynning. Tað vóru løtur við hugaligum skýlofti og hampuligum veðri, men ofta var grátt og vátt. Um morgunin 13. apríl otaði eitt samanrunnið brúgvalag seg inn yvir landið av landsynningi. Tað regnaði, og ælabogar sóust vakrir á luftini, sum her á myndini – tikin um morgunin úr Nólsoy inn á Tangafjørð. Mynd: Rógvi Rasmussen.

18. apríl sóust broytingar í veðurmynstrinum. Ein hátrýstryggur stakk seg norðureftir úr Asorunum, og tað hevði gott og støðugt veður við sær til okkara. Vit lógu undir einum hátrýsti restina av mánaðinum. Yvirhøvur var veðrið gott, og tað lotaði av ymsum ættum. Í erva var klárt, og tað var ikki nógv avfall.   

Seinastu 10 dagarnar í apríl lá eitt hátrýst yvir okkara leiðum. Nógvar løtur við stilli ella eitt kyld av ymsum ættum. Fyrrapartin 21. apríl var eitt lítið fleyr av eystri, og Nólsoyggin tvingaði luftina uppeftir. Eggjarklettur er 350 m høgur, og júst í tí hæddini tættaðist guvan til dropar. Tað sær út sum um eldur er í oynni. Mynd: Reidar Fríði Joensen.

Lágtrýstini – t.e. tey við vindi og regni(!) – tóku seg upp yvir Norðuramerika, sum tey plaga. Yvirhøvur var megin í teimum viknað eftir árstíðini. Hátrýstið um okkara leiðir forðaði teimum at koma hendavegin, og tey gingu tí annaðhvørt norðureftir ímóti Grønlandi ella suður ímóti Mið- og Suðurevropa.

Pollamjørki tíðliga á morgni 27. apríl. Lýggj luft í einum lítlum loti av landsynningi inn á Skálafjørð. Luftin kom av leiðini beint vestan fyri Írland. Havið kølir tað niðasta av luftini, og guvan tættist til dropar niðri við havflatan. Omanfyri er klárt. Støð, ið ikki vendu beint ella næstan beint, ímóti ættini, høvdu ikki mjørka men klárt og gott summarveður. Mynd: Emily á Reynatrøð.

Vindferðin

Tann reyða strikan í miðjuni er miðalvindferðin. Í apríl var hon fyri tað mesta undir 10 m/s, bert hendingaferð uppum. Mesti vindurin var leygardagin 11. apríl, 18 m/s (skrið), hvirlurnar upp í 28 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya.

Ættin

Hann lá nógv úr eystri niður í landsynning og av útsynningi. Hinar ættirnar eru eisini umboðaðar eitt sindur – tó ikki norðan. Kelda: Veðurstova Føroya.

Hitin

Miðalhitin í apríl var 6,7 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 13,4  og -1,7 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 5,6 stig, so apríl í ár var eitt sindur kaldari enn miðal.

Hóast eitt sindur kaldari enn klimanormalurin, var apríl í ár tann heitasti síðan 2011. Tá var miðalhitin 7,8 stig. Hitametið fyri apríl er frá 1894: 7,9 stig.

Nú vit eru farin í hagtølini at hyggja, kunnu vit taka við, at tann kaldasti apríl síðan 1875 var í 1917. Tá var miðalhitin 1,7 stig. Í nýggjari tíð vóru mars í 1995 og 2000 kaldir, 3,2 stig og 3,3 stig, ávikavist.

Hitalagið (tann reyða strikan) var undir 5 stig fyrstu vikuna, men fór so uppum og lá upp ímóti 10 stigum restina av vikuna, undantikið 5 dagar ella so, tá ið hann fór upp um 10 stig. Luftin var ikki so slavin í apríl, næstan bert tá ið brúgvaløgini vóru nær. Fleiri av døgunum eftir 19. apríl er gloppið stórt ímillum strikurnar, og tá hevur luftin verið turr, og loftið verið klárt ella smáskýggjað. Kelda: Veðurstova Føroya.

Avfallið

Tað regnaði 63 mm allan apríl mánað í ár. Hetta er ein fjórðingur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini (1995 – 2025), sum er 80,3 mm. Síðan 2016 hevur tað verið turrari enn miðal í apríl.

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta aprílmánað, var hann í 1974. Tá duttu bert 7,6 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1946: 239 mm! – næstan 4 ferðir meiri enn í apríl í ár.

Næstan ikki ein turrur dagur fyrstu dagarnar í apríl, tó at samlaða mongdin av regni ikki var tann stóra. Tríggir samanhangandi dagar tíðliga í mánaðinum, men annars regn ella ælaveður næstan hvønn dag. Frá 19. apríl og mánaðin út var turt næstan alla tíðina. Kelda: Veðurstova Føroya.