Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2025 15:12

Apríl 2025 – lýggjur og turrur

Veðurstova Føroya

Hvussu royndist apríl 2025 til veður her í Føroyum?

Apríl 1

Soleiðis sum há- og lágtrýst tóku seg upp og fluttu seg um okkara leiðir, gjørdist mánaðurin nakað væl lýggjari enn vanligt tey seinastu 30 árini, og turrur. Einki illveður var við stormi ella ódn. 

Fyrstu 1½ vikuna í apríl, gott og væl (til 11. apríl), lá eitt hátrýst yvir Norðuratlatshavinum og Norðurevropa. Hetta hevði við sær gott veður um okkara leiðir við lítlum vindi og nógvum løtum við sól ella sólglottum.

Lágtrýst við vindi og regni gingu hetta tíðarskeiðið norðureftir yvir Grønlandi og Grønlandsfjørðinum – ella tey fóru suðurum hátrýstið og endaðu yvir havinum vestan fyri Iberisku hálvoynna. Tey komu ikki til okkara.

Hálvskýggjað loft út eftir Svínoyarvík fyrrapartin fríggjadagin 4. apríl. Fleiri góðar grundir til, at veðrið var so gott. Hátrýstveður. Luftin rak ímóti Føroyum fyrstu dagarnar í apríl av ymsum ættum. Hátrýst stóð ikki langt frá Føroyum, so hitalagið broyttist ikki tað stóra. Loftið var ofta klárt hesar dagarnar, og í nógvum støðum var sól ella sólglottar.

Mynd: Jógvan Horn.

At eitt hátrýst lá yvir okkara leiðum í 1½ viku ella so, sást á barometrinum. Tað hægsta barometur okkara í Havn vísti, var 1029,6 hPa; tað lægsta var 1004,8 hPa. (hetta er reduserað lufttrýst – t.e. niðri við havflatuna). Luftrýstið var í miðal 1021,4 hPa í Havn.

Í Føroyum var næstan einki avfall hesar 10-11 dagarnar. Fyrrapartin 1. apríl var ælaveður eina løtu í Havn, og har fullu 1,6 mm av regni. So regnaði ikki aftur har fyrr enn seinnapartin 10. apríl. Veðrið aðrastaðni í Føroyum enn í Havn var nakað tað sama. 

Taka vit hitalagið í Havn hesar somu dagarnar, so var mesta máldi hiti 12,9 stig (1. apríl) og minst máldi hiti 0,8 stig (3. apríl). Fyri tað mesta var hitalagið millum 5 og 9 stig. Miðalhitin var 7,3 stig.

Millum 11. og 18. apríl – í eina góða viku ella so – viknaði hátrýstið yvir Norðuratlantshavinum, og fó at ganga suðureftir. Hetta gav pláss til lágtrýstini, at tey komu nærri Føroyum. Veðrið gjørdist meira skiftandi við gráum lofti og avfalli, tá ið brúgvaløg fóru framvið. Millum lágtrýst og brúgvaløg vóru løtur við bláum lofti og sóglottum.

Ælaveður á Skálafirði fyrrapartin fríggjadagin 11. apríl. Ein kuldabrúgv úr einum lágtrýsti, sum stóð yvir Irmingarhavinum, fer framvið. Lágtrýst komu nær Føroyum báðumegin miðjuna á mánaðinum, men eingi av teimum vóru djúp við illveðri. Tíðarskeiðið kann kanska betur lýsast sum eitt órógv frá hátrýstveðrinum fyrst í mánaðinum.

Mynd: Kim Midjord

Barometrið var ikki líka støðugt hetta tíðarskeiðið. Framvegis høgt viðhvørt, men tá ið lágtrýst vóru nær, kundi tað fella nakað. Størsta trýstið var 1023,0 hPa ; tað minsta var 986,9 hPa. Miðallufttrýstið var 1002,4 hPa.

Tað regnaði flestar dagar, men ikki hvønn dag. Regnmátarin í Havn máldi íalt 15,6 mm av regni frá 11. til og við 18. apríl.

Hitalagið í Havn lá fyri tað mesta millum 5 og 10 stig. Ta einu náttina (16. apríl) niður í 3 stig. Mesti hitin var 11,6 stig. Miðalhitin var 6,1 stig.

19. apríl mentist eitt hátrýst aftur norðan fyri Føroyar. Tað var liggjandi restina av mánaðinum. Lágtrýstini vestan úr havi gingu ímóti Føroyum sunnanfyri hetta hátrýstið – við hvørt nakað væl sunnan fyri Føroyar, men okkurt kom tó nær.

Høgættarluft á morgni 14. mars. Undir hátrýstinum hesar dagarnar var litil vindur norðaneftir, loftið nokkso klárt, og lítið avfall.

Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Seinastu 10-11 dagarnar í apríl var veðrið støðugt. Fyri tað mesta við einum køldum loti av landnyrðingi, tó okkurt skifti órógvað av skiftandi ættum og onkrum brúgvalagi vestaneftir, sum kom framvið.

Samlaða avfallið í Havn seinasta triðingin av apríl var 14 mm av regni, miðalhitin var 7,4 stig og miðallufttrýstið 1017,4 hPa.   

Taka vit miðaltølini fyri allan mánaðin, so var miðalhitin 7,0 stig – mesti og minsti hiti vóru 12,9 og 0,8 stig, ávikavist. Miðalhitin í apríl í Havn tey seinastu 30 árini hevur verið 5,4 stig, so hetta hevur verið nakað væl lýggjari enn miðal.  

Hitalagið í Havn í apríl. Tað var oman fyri 10 stig fyrstu 2-3 dagarnar, men fall so eitt sindur og lá millum 5 og 10 stig. Dagarnir kring miðjan mánað fóru skiftandi, og hitalagið fór niður ímóti frostmarkinum eina ella tvær ferðir, tá ið lágtrýstini vóru farin eysturum og drógu kalda luft niðurímóti okkum. Seinastu 10 dagarnir gekk hitalagið støðugt uppeftir. 

Kelda: Veðurstova Føroya

Tað regnaði 31,2 mm í Havn allan apríl mánað. Tað hevur regnað í miðal 92,4 mm tey seinastu 30 árini. Ein ógvuliga turrur mánaður, júst sum í 2019. Tá regnaði eisini 31,2 mm. Vátasti apríl síðan 1873 var í 1946. Tá komu 239 mm niður. Turrasti apríl síðan 1873 var í 2012. 0 (null) mm.

Avfallið í Havn í apríl. Undantikið fyrrapartin 1. apríl regnaði als ikki fyrstu 10 dagarnar. So kom ein vika við avfalli næstan hvønn dag. Lágtrýst við brúgvaløgum gingu beint á okkum. Seinastu 10 dagarnar ella so regnaði eitt sindur annanhvønn dag ella so. Hátrýst yvir Eysturgrønlandi hildu lágtrýstini við vindi og regni frá okkum. Tó megnaðu nøkur at nærkast við einum stroyggi viðhvørt. 

Kelda: Veðurstova Føroya