Ferðslan í Leirvíkstunlinum varð í kvøld tarna eina løtu, eftir at ein radio antenna, sum hekk undir loftinum á tunlinum varð loysna.
Antennan var sostatt til ampa fyri fersluna og vóru boð send eftir Sløkkiliðið í Eysturkommunu.
Í meðan arbeiðið varð í gongd, var bert koyrandi á aðari vegbreytini.
