Tíðindaskriv
IIGA hevur havt aðalfund í Orknoyum fyrrapartin, har føroyskt umboð varð valt í nevndina. Eisini kunnaðu Føroyar um fyrireikingarnar til Betri Oyggjaleikir í Føroyum í 2027, eins og nýggja føroyska oyggjaleikaheimasíðan var almannakunngjørd
Altjóða oyggjaleikanevndin hevur fingið føroyska umboðan. Hetta hendi á aðalfundi hjá International Island Games Association í Orknoyum í dag, tá ið Annika Lindenskov bleiv vald í IIGA. Annika Lindenskov hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti. Hon hevur arbeitt í Ítróttasambandi Føroya og verið á fleiri oyggjaleikum síðan 2008. Annika er tilreiðar at fara til abeiðis í altjóða oyggjaleikanevndini, har hon fer at brúka sínar royndir oyggjaleikum og IIGA at frama.
– Annika er ein fongur fyri IIGA, og vit gleða okkum til samstarvið, segði Andrew Inkster, formaður í IIGA, á aðalfundinum.
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, tekur undir við formanninum í IIGA og leggur afturat, at hetta er serstakliga gott fyri føroyskan ítrótt og fer at styrkja um føroysku ávirkanina í oyggjaleikahøpi.
Aðalfundurin hjá IIGA varð hildin, samstundis sum Oyggjaleikir 2025 eru í gongd í Orknoyum. Higartil hava 20. leikirnir verið sera væl eydnaðir við framúrskarandi veðri undir góðum umstøðum. Føroysku íðkararnir hava longu gjørt eitt ordans hál og vunnu 33 heiðursmerki annan kappingardagin.
Nýggj oyggjaleikaheimasíða
Á aðalfundinum vóru eisini framløgur hjá komandi vertsoyggjum á skránni, og um tvey ár eru Føroyar vertir. Teitur Samuelsen, formaður í føroysku oyggjaleikanevndini og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, greiddu frá fyrireikingunum til Betri Oyggjaleikir 2027í Føroyum.
Undir framløguni kom millum annað fram, at leikirnir verða hildnir um alt landið, og at Føroyar vænta einar 2.500-3.000 luttakarar.
Í hesum sambandi varð nýggja heimasíðan hjá leikunum í Føroyum almannakunngjørd.Síðan er at finna á www.føroyar2027.fo ella www.faroislands2027.fo.
Oyggjaleikaheimasíðan er ein týðandi kelda til kunning hjá bæði luttakarum, fjølmiðlum og almenninginum í sambandi við Betri Oyggjaleikir í Føroyum 3.-9. juli 2027.
Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hevur ment føroysku oyggjaleikaheimasíðuna.