Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2025 15:33

Anneke 40 ár sum kommunulæknaavloysari

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Fyri 40 árum síðani, tann 15. juni 1985, byrjaði Anneke Højrup sum kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni á Strondum, sum tá deildi staðseting við læknaviðtaluna á Skála. Hun avloysti Sigvald Kristiansen, kommunulækna, sum fór í summarfrí.

Síðani 1985 hevur Anneke virkað sum kommunulæknaavloysari í viðtaluni á Strondum í styttri og longri tíðarskeið hvørt einasta árið í samfull 40 ár.

Í hesum sambandi støkk borgarstjórin inn á gólvið í læknaviðtaluna mánadagin og handaði Anneke eitt blómutyssi, fyri hennara trúgvu tænastu í læknaviðtaluni í Sjóvar kommunu.