”Eins og hann var meira breiðvaxin enn hávaxin, svá var hugsjón hans og ”gata” hans. Rætt hevur listamaðurin sæð, sum gjørdi mynd av honum, har hann situr. Tað hevur verið ró yvir honum og innsýni.” Soleiðis skrivar Viderø prestur um Trónd í Saga Gøtu. Og hann heldur fram: ”Margar vóru konurnar skilagóðar og kundu at svara fyrir seg og at loysa úr málum.”
Vit bæði Andrea eru uppvaksin í somu bygd, hon uppi á Finnlandsvegnum og eg úti í Grógv. Heitið á vegnum kom, eftir at Josef Stalin leyp á Finnland hin 30. november í 1939. Tiltikna vetrarkríggið var ein avleiðing av hesum, og finnlendingar vóru illa sperdir í kuldanum. Burturúr hesum kom finnlandshjálpin, har føroyskar konur kýttu seg við stokkum og hjálpandi hondum, eisini í Gøtu, inni hjá Honnu og Leon, sum tá ikki vóru flutt inn í húsini, tí fekk vegurin heitið, sum hann tíverri ikki hevur longur.
Nú er Andrea góð tríati ár eldri enn eg. Men eg minnist aftur á barnaárini soleiðis, at bygdin var ógviliga opin, – hon liggur sum ein samanstúgvaður pottur í einum amfiteatri, fólk komu hvørjum øðrum við, og fyri tað nógva gingu vit um svæðini og niðri á sandinum soleiðis sum vit sjálvi ynsktu og vildu tað, ongin og øll ansaðu eftir okkum. Onkursvegna gingu vit bara inn og út úr húsum, sum um at bygdin var felagsogn. Konurnar vóru fyri tað nógva inni, um tær ikki sótu í kjallaranum hjá ommu míni og bundu til heimamarknaðin og til útflutnings. Nógvar tøttu fyri hana við hús, eisini kring um alt landið, táið húsligu skyldurnar loyvdu hesum.
Tofta-Inga var ein teirra, og eg havi mangan verið inni hjá henni eftir troyggjum og við vøru úr handlinum hjá abba mínum. Minnist allar hesar konurnar í bygdini við størstu virðing, tær tóku hvør í sær ábyrgd av sínum lívi, hóast lívið mangan var sum at fara um væmingar og vaggandi gjálv. Ikki minst hjá Tofta-Ingu, sum misti mannin av sjúku, táið hon bert var fimti tvey ára gomul. Andrea var tá 22 ára gomul, men hon var elst av 7 systkjum, og tí kunnu vit bara hugsa okkum støðuna langt fyri at trygdarnetini í vælferðarsamfelagnum yvirhøvur vóru til – at lofta støðum sum hennara. Við einum stálvilja, arbeiðssemi og Guðs góðu hjálp komu konur sum hon undan kortini, saman við børnunum, og væl vignaðist hjá Ingu.
Hóast øll árini ímillum okkum bæði, hava vit havt teir somu kennararnar í Gøtu skúla, har ið eg gekk dastið av tveimum árum. Jákup lærara og frú Øregaard. Pól Enok var eisini komin í mínari tíð. Konoy gamli legði lunnarnar undir sermerkta skúlan við Gjógv. Hann var háskúlamaður, vinmaður teir báðar Símun og Rasmus, og formaður í nevndini fyri Føroya Fólkaháskúla. Hartil var hann eisini fakfelagsmaður, stovnaði saman við gøtumonnum Fiskimannafelagið í 1911. Nú hevur mamma av góðum grundum eisini gingið í hesum sama skúla, og eitt sum sermerkir næmingarnar hjá Konoy, og teimum sum komu í kjalarslóð hansara, er málið, móðurmálið. Tað er ríkt og rætt og hondskriftin er næstan listarlig. Meginsangurin hjá Símun Paula Konoy, ofta sungin, var ”Prúða land mítt” hjá Hans Andriasi.
Prúða land mítt, tær sum havi kvøðu ber,
fríða land mítt, altíð mær í huga ver !
Armin mín ger stinnan eins og herðað stál;
al tær bestu kenslur upp í míni sál.
Kálvføðingin heima hjá Mikal og Ingu og í Gøtu skúla man hava verið grundleggjandi góð. Tað var ikki vanligt tá í tíðini, at halda fram við lestri, tí kann man undrast á, hvussu væl hesi menniskjuni hava megnað ta mangan torføru manøvruna, at ganga fram ígjøgnum lívið heilt fram at hundrað árum.
Eftir skúlalok var Andrea í handlinum hjá Poul Andriasi og Hensiu, og seinri var hon arbeiðsgenta og bindikona hjá ommu mínari Suffíu Gregersen. Mamma, sum er góð sjey ár yngri enn føðingardagsbarnið, hon hevur verið smágenta tá, minnist, at Andrea umframt sítt bjarta vit og góðu hendur hevði eina øgiliga kropsliga styrki. Man verður ikki hundrað ára gamal av ongum. Sum staðfest verður í Sálmunum – ”Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað” – tá eru 100 ár ikki hissini aldur at røkka.
Minnist meg rætt er Andrea í dag komin sær upp í eina tríeind av konum úr Syðrugøtu, sum hava rokkið hendan sjáldsama aldurin. 100 ár. Jóhanna hjá Tummasi var hin fyrsta, dóttir hennara Mia á Støðini hin næsta og í dag fall tað í lut hennara Andreu, hjá Tofta-Ingu, at fara um hetta hvarvið, sum bara fáum unnist at røkka.
Frá ommu fór Andrea at tæna hjá kenda politikaranum Jákupi Frederik Øregaard og konu hansara Helgu. Hetta var áðrenn tey bygdu sær húsini í Norðragøtu, – tey búðu tá inni í Dalinum. Eftir hetta lá leiðin til Klaksvíkar, har hon tænti hjá Ewaldi Kjølbro og konu hansara Gerdu, – har var hon í hálvt sætta ár. Tað var um hesi svæði, at hon hitti ein ungan eiðismann, sum lærdi maskinsmíð á Bedingini. Alfred. Hann hevði ambitiónir um at gerast maskinmeistari, og eftir at sveinastykkið var fingið til høldar, lá leiðin suður á flatlond, til Keypmannahavnar, á maskinmeistaraskúla. Tey bæði Andrea gjørdu ferðalag, og hon fór tá at seyma á einari seymistovu á Gamla Kongavegi. Tey giftust í Tårnby kirkju hin 3. august 1952. Tvey av børnunum eru fødd niðri og hini fýra í Føroyum.
Tey fluttu heimaftur í 1957. Búðu hjá Ingu í byrjanini, eitt stutt skifti í leigaðum húsum Undir Gøtueiði og meðan tey búðu har hendi tað, at Andrias Poulsen, ommubeiggi mín, og Alfred fóru ein biltúr út eftir síðu, sum gøtufólk róptu eystara armin við Skálafjørðin. Komnir út á Líknargøtu, í Heiðunum, helt Andrias fyri við passasjerin, at hann átti at fari inn á gólvið hjá Poul á Líknargøtu og biðið hann um at selt sær eitt grundstykki burturav gerðinum. Hetta var um tað mundið, táið menningin her í økinum var komin í stropa. Poul lat sær ikki siga, og húsini stóðu liðug og flutt var inn í 1958.
Alfred sigldi fyri tað nógva úti á heimshøvunum, og Andrea tók sær av húsi og børnum. Hetta var henni ikki nógmikið, og vit eru mangir sum ígjøgnum árini eru plússaðir í kjallaranum hjá Andreu. Hon tók skeið í hárfríðkan í Keypmannahavn í 1963, og seinri bygdu tey hárfríðkanarhøli uppí húsini. Konurnar vóru títtar í salongini á Heiðavegi 71, meðan vit ungdómar gjørdust sjáldnari gestir, serliga eftir at Beatlemania av álvara hevði fingið fastatøkur í okkum, og síða ullin var rákið í tíðini í eina rúma tíð. Seinri royndi hon seg sum flakakvinna og í køkinum á Ellisheiminum í Runavík.
Børnini eru komin væl undan og hóast eg ikki heilt eri javnaldrandi við nakran teirra, hava vit báðir Agnar verið á somu slóðum onkuntíð. Gingu um somu tíð í Hoydølum, búðu eitt skifti í sama kjallara í Varðagøtu og vit hava eisini verið skipsfelagar við Norðvíkingi og á snelluveiði undir Íslandi við Vørðukletti úr Leirvík. Havi varðhugan av, at har hevur verið rúmsátt undir lonini hjá Alfred og Andreu. Vanligur agi, tað ræður um at kenna mørkini, men annars var tað høgt til loftið og vítt til veggja. Tað bendir á rúmligheitina í Syðrugøtu, í hesum førinum hjá Onnu Kristinu og Petur Jacob, á Dunganum, sum Viderø prestur skrivar soleiðis um:
”Kona av Dunga í Syðru Gøtu tekur undir: ”Ja, tá vurðu prestarnir virdir mikils. Evensen prófasti gisti á Dunga. Tey gomlu har í húsinum høvdu torveyga, har torvið var serliga gott. Tað skuldi goymast til at leggja í bíleggarovnin, tá ið prestur kom. – Men gamli Sloan var vanur at gista har. Eitt sinn komu teir báðir í senn. Tá vistu tey gomlu ikki, hvat tey skuldu gera. Men Evensen bað tey gera, sum tey høvdu gjørt, leggja sama torv í bíleggarovnin, seta sama mat á borðið og láta thá báðar sova í somu sæng. Hann lagdi einans tað við, at Sloan skuldi einki føra fram av síni sertrúgv. – Svá varð gjørt, og alt gekk væl – -”
Guðstrúgvin er akker okkara í jarðiska lívinum, og kirkjan hevur verið andaligi kletturin í lívinum hjá Andreu. Heilt fram til hendan dag hevur hon lagt leiðina til guðstænastu í Glyvra kirkju.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum Andrea, og Jesus verið við tær í ókomnum døgum, vikum og árum. Takk fyri títt íkast til ta stóru menning, sum okkum hevur verið fyri øll hesi árini, síðan tit valdu at seta tykkum niður í gerðinum hjá Poul á Líknargøtu í 1958 – fyri 66 árum síðan.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri