Mynd: B68
Nú er greitt, at André Olsen eisini verður hjálparvenjari hjá B68 í 2023.
Á B68 Facebook vanganum sigur formaðurin Ian D. Jacobsen soleiðis: “Tá vit longdu viđ høvuðsvenjaran hjá okkum, gjørdi Jákup á Borg púra greitt, hvønn hann ynskti at standa viđ sína lið til spennandi projektið hjá B68. Tí eru vit sera glað fyri, at André valdi at leingja sáttmálan”.
André Olsen sigur soleiðis við heimasíðuna: “Eg síggi fram til eitt spennandi 2023 á Toftum. Vit hava eina ætlan um at betra okkum, og við tí leikaratilfarið vit hava, haldi eg at hetta er heilt sikkurt nakað sum ber til. Vit í venjaratoyminum hava nú arbeitt saman í nøkur ár, og riggar samstarvið okkara millum sera væl”.
Deil á Facebook