Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2023 12:35

Andras Olsen 60 ár!

Mynd: NSÍ

NSÍ

Í dag, 30. Juni, fyllir ein liðleiðari okkara, Andras Olsen, 60 ár.

Í 22 ár hevur Andras verið runt besta liðið sum liðleiðari, og nógv góð og stuttlig minni eru sprotin burturúr. Millum annað kann nevnast Føroyameistaraheiti í 2007 og vinna steypakappingina, men ikki minst, var Andras partur av besta liðnum, tá ið sonur hansara, Klæmint Andrasson Olsen, gjørdist mest skorðandi leikarin í Føroyum.

Í samband við 60 ára føðingardegnum, vóru umboð frá NSÍ á vitjan á arbeiðsplássinum hjá Andrasi, og fekk Andras handa ein kurv sum gávu. Frá NSÍ vóru tað formaðurin, stjórin og ítróttarstjórin, ið handaðu. Tillukku við degnum Andras, og NSÍ ynskir tær ein góðan dag, og alt tað besta. Takk fyri títt íkast til NSÍ.