Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 20:26

Ammoniakklekin á Tasiilaq: Tamarhald er á støðuni

Sløkkiliðið í Fuglafirði er farið umborð á Tasiilaq, nú ein ammoniakleki er funnin (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Fyrr í dag kvøld boðaði løgreglan frá einum ammonniakkleka í Fuglafirði, og heitti tí á íbúgvarnar um at lata vindeygu og hurðar aftur. Talan var um ein ventil á einum ammoniakktanga umborð á grøndlendska trolarinum Tasiilaq sum var farin at leka.

Nú er tamarhald á støðuni, men enn verður spula vatn á tangan umborð, sigur løgreglan við Eyp.

Eingin manskaðið hevur verið og slapp manningin, sum var á vakt tá ið óhappið hendi, sær av skipinum so skjótt sum lekin varð uppdagaður.

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so hevur sløkkiliðið í Fuglafirði lænt serútgjørdar kemikaliumdraktir, fyri at fara umborð á skipið við.

Ammoniakk er litleyst eitrandi gass, sum hevur ein illluktandi lukt við sær.

Dagført: kl. 20.39

Tilbúgvingarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, Jan Lauritsen, upplýsir fyri Eysturoyarrportalinum fyri løtu síðani, at nú eru teir mest sum lidnir á staðnum og eingin vandi er longur á ferð. Nú verður bert lufta út umboð. Og fólk sleppa umborð aftur sum vanligt.

Tasiilaq við bryggja í Fuglafirði í kvøld (Mynd: Eysturoyarportalurin)