Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2025 14:53

Amboðsmenninir vunnu stórt

Mynd: Fimleikasamband Føroya

Fimleikasamband Føroya

Menninir kappaðust á oyggjaleikunum í morgun í liðkapping og set serium, sum eru bundnar seriur í hvørjum amboði.

Teir vunnu liðkappingina við 0,025 stigum meir enn teir næstbestu, Isle of Man. So liðkappingin var sera jøvn og spennandi!

Í setseriunum vunnu teir soleiðis:

  • Rókur Sumberg Vestergaard vann gull á gólvi og beinsveiggj, og silvur í Paralell barr.
  • Torleivur vann gull í ringum.
  • Ari vann gull í lop.
  • Bjarki Johannessen vann silvur í rekk.

Vit í Føroya Fimleikasambandi eru sera errin av hesum flottu úrslitum hjá monnunum, og gleða okkum at síggja teir kappast aftur hósdagin í FIG kappingini.

Nú seinnapartin fara kvinnurnar eisini at kappast í liðkapping og teimum bundnu set seriunum, og vit eru sera spent at fylgja við teimum.