Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2025 11:43

Altjóða skjalasavnsvika 2025 #ASV2025

Tíðindaskriv/ Tjóðskjalasavnið

Í hesi vikuni, 9.-13. juni 2025, verður skipað fyri altjóða skjalasavnsviku (stytt #ASV2025).

Skjalasøvn fyri øll!

Hetta er 7. árið at tiltakið verður. Tað er altjóða ráðið fyri skjalasøvn ICA (International Council on Archives), sum samskipar tiltakinum, við luttøku av skjalasøvnum úr øllum heiminum.

Heitið á tiltakinum í ár er ‘Archives are Accessible – Archives for Everyone’. Ljós verður varpa á hvussu m.a. talgilding, vitlíki, samstarv við lokalar felagsskapir og ymisk tilvitanarátøk, eru við til at gera tað lættari hjá fólki at gerast varug við skjøl og harvið eisini at brúka tey.

Í sambandi við altjóða skjalasavnsvikuna, skipar Tjóðskjalasavnið í hesum døgum fyri einum átaki á sosialu miðlunum. Yvirskriftin til átakið er ‘’Visti tú at…’’ og endamálið er at varpa ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki hvussu tey kunnu gera brúk av nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða.

Til ber at fylgja átakinum á heimasíðuni skjalasavn.fo og á sosialu miðlunum hjá Tjóðskjalasavninum, har tú hvønn dag hesa vikuna hevur møguleika fyri at læra okkurt nýtt um virksemi á skjalasavninum.