Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2026 08:13

Altjóða krabbameinsdagur

Krabbameinsfelagið

Í dag, 4. februar, er altjóða krabbameinsdagur. Dagurin hevur til endamáls at varpa ljós á fyribyrging, útgreining, viðgerð, gransking og lívsgóðsku í sambandi við krabbamein.

Krabbamein er ein av størstu fólkaheilsuavbjóðingunum og rakar bæði einstaklingar, familjur og samfelagið sum heild. Royndir vísa, at:

  • ein stórur partur av krabbameini kann fyribyrgjast
  • útgreining, sum verður gjørd tíðliga, m.a. við skreening, gevur betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð
  • skipað skráseting, dátur og gransking eru avgerandi fyri menning og eftirmeting av heilsutænastuni.

Heilsustýrið arbeiðir í samstarvi við Sjúkrahúsverkið og aðrar viðkomandi partar fyri at styrkja:

  • dátugrundarlagið um krabbamein
  • føroyska luttøku í altjóða gransking og samstarvi
  • fyribyrging og heilsufremjandi tiltøk
  • skipaða skreening
Víðkað tilboð um ókeypis HPV-koppsetingEmpty heading

Heilsustýrið nýtir dagin í dag sum høvi at vísa á víðkaða tilboðið um ókeypis HPV-koppseting fyri tey, sum eru fødd í 2006 og 2007. Koppseting fyri HPV er vanliga bert eitt ókeypis tilboð til gentur og dreingir millum 12 og 17 ár. Sum eitt undantak kunnu tey 18-20 ára gomlu eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember í ár. Hetta verður gjørt fyri at fáa betri fulnað (dekning) millum tey ungu í Føroyum.

HPV-koppsetingin verjir móti ymsum sløgum av krabbameini, og gevur hon umleið 90 % verju móti baktarmskrabba og lívmóðurhálskrabba. Eisini gevur hon munandi verju móti krabbameini í skeiðini, ytru kønsgøgnunum og fyri sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein í penis, í varrum, munnholu og svølgi.

Les meira um HPV-koppseting her.