Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2024 07:49

Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Spæl føroyskt vikan var sett í Gulu smiðju í kvøld. Sent var beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Siri Súsannudóttir byrjaði løtuna. Aron, Guðrið og Knút spældu, meðan borgarstjórin og Barbara Samuelsen heilsaðu átakinum við stuttum røðum. Her eru orðini hjá borgarstjóranum.

Sigli eg á heimsins høvum,
langa leið av tínum veg,
tí í líðini á kvøldi,
síggi eg í tonkum teg.
 
Her eru tún løgd á gøtum sløttum, av hellusvað og kampaknøttum. Grønu líðirnar eru langt úr sjónarmáli, og kortini hóma vit tær úr orðunum hjá Flóvini Flekk, sum hann spleysaði inn í russiskt tónalag. Í líðini á kvøldi. Djúpa røddin hjá Ingolfi rungar í stovuni á Amager. Fía, nú sálaða fastir og vinkona mín, ruggar aftur við orðum og tónum, eyguni glógva, kanska vætir úr krókunum, og hóast kroppurin hevur verið í útlegd onkustaðni millum hálva og heila øld, er samleikin ongan veg farin. Hesa løtuna, og tað gjørdu vit mangan – at vit sótu undir hjá Teimum av Kamarinum – fløddi í tjóðskaparliga identitetinum fingin til høldar í Norðurhøvum.
 
Vit eru málið og málið eru vit. Dýra tjóðarognin gjørdist meiri enn nakað annað okkara bjarging sum fólk millum onnur. Í kvæðum, sálmaskatti, yrkingum og fosturlandssangum fanst avgerðandi keldan, sum gjørdi musisku flóðalduna møguliga, – prosessina, sum ongantíð linkar. Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, úr tí innasta og inniligasta í hvørjari sál.
 
Sohvørt sum snældur alt meiri fóru at spinna í lofthavinum, samskifti mentist, vaks ávirkanin uttaneftir, tað vil so vera. Okkara mentanararbeiðarar mistu kortini ikki seg sjálvar burtur í hesum, tærið helt, hóast teir eisini fóru at súgva í seg musiska bróstamjólk úr ymsum heraðshornum.
 
Simme, Birni, Tey av Kamarinum, Faroe Boys, kári p., Martin Joensen, Annika Hoydal, Tinganest, M. C. Restorff, Alex Bærentsen, Frændur, Jørgin Dahl, Kári Sverrisson, Marius Ziska, Ravnsfjall, Blak, Hanus, Fríðbjørg, Jens Eli, Jógvan á Lakjuni, Teitur, Eivør, Stanley, Guðrið og Swangah. Bara fyri at nevna nøkur úr stóru rúgvuni, sum av álvara hava munað á hesum pallinum.  
 
Onkur sigur, at hoyrnin er seinasti sansurin sum foykist, táið vit fara higani. Ljóð, tónaløg og samljómur eggja onkursvegna kenslurnar. Stimbra tær. Til ber at fara niður og upp í lyftuni, um alt sveipið, og sosialu megina í felagssangi hava vit øll onkuntíð verið ein partur av. Evnini at samskifta í tónum eru viðfødd, er tað onkur sum heldur. 
 
Siglandi á heimsins høvum ljóðaði úr lurtinum allan sólarringin. Gamli millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum rakk nóg illa yvir á Hvarvið, tí gjørdist man í stóran mun sín egni plátuvendari. Í logn og kolandi stormi. Um floyurin rann sum ein svanur fram ígjøgnum vatnskorpuni ella vit lógu bakk, riðu stormin av, streymaðu tónarnir úr hátalarum og styttu um vaktirnar. Alt sum komið var úr føroyskum jørðildi og tað frægasta av útlendskum uppruna. Undirhald og magn til høvið.
 
Tað er skilagott at leggja eina viku av í almenna varpinum til endamálið, at varpa ljós og ljóð á megina í okkara egna mentanararvi. Fari somuleiðis at takka tykkum fyri vitjanina her í ungmennakastalinum – í Gulu smiðjuni.
 
Nú sita vit aftur í dagligstovuni hjá fastrini á Sóldøggvegi á Amager. Hon er farin væl um kempualdur, táttar í 95 ár, og hevur hildið til um hesi svæði í trífjerðingsøld, og nú helt hon, at eg skuldi fáa nakrar grammofonplátur, sum hon hevði fingið sendandi úr Føroyum. Ein teirra hongur á bróstinum í nýumvældu dansistovuni í Funningi, har funningsbørn kvøða Spanialand og Miklagaard og Tróndarkvæðið. Hansemann Tórgarð tók upp og gav út, – ein meginmaður í tónleikalívi okkara.
 
Tá visti eg ikki, at hetta var seinasta ferðin í hesum túni lagt á gøtum sløttum. Visti ikki, at hetta var seinasta felagsløtan hesumegin foldarlívið, men júst har, í útlegd, varnaðist eg meiri enn nakrantíð, hvussu avgerandi hesin tjóðararvurin er fyri sál og sinn okkara. Hoyri enn fyri mær, táið Ingolf á Kamarinum rundar av í líðini á kvøldi:
 
Ei kann nakað her á foldum,
menna meir mítt unga sinn,
enn at tú við mjúkum varrum,
bíður mær til háls tín inn.